FFS sangir.

Morgunsangir

Gakk tú tryggur

1. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
allir ljósir einglar fylgja tær.
Harrin, hann er vinur tín hin besti,
hansar eyga allar vandar sær.

2. Hýs í hjarta tínum bert tí góða,
gloym tað ónda, ið vil sára teg,
tá so fagrir sangir skulu ljóða
fyri tær á øllum tínum veg.

3. Mangt í heiminum er vánt at kenna,
alt tað besta heldist fyri spott;
minst tó til, at tá tey óndu flenna,
skalt tú halda hjarta reint og gott.

4. Teim, ið treingja, skalt tú vera góður,
troysta tey, ið eru veik og arm.
Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður,
tekur tær úr hjarta sorg og harm.

5. Kemur tú framvið, har klokkur ringja,
steðga tá og bið títt faðirvár,
tað er bøn, ið styrkir og kann yngja,
sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.

6. Um tú snávar, miss ei fótafestið,
minst bert til, at Guð er altíð nær.
Gakk tí tryggur fram við góðum treysti,
allir ljósir einglar fylgja tær.

Orð: H.A. Djurhuus 1915
Lag: Jógvan á Lakjuni

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Jákup á Møn
1. Gevið ljóð og havið gott stev, kvæði mítt væl skal ljóða. Gevist ei brátt, men haldið so við, so klókliga millum tváa!…
Sangløtur
Eg eigi vakrar dreymar
Eg eigi vakrar dreymar um ta ríku verð. Eg takki fyri lívið mær varð givið her Sum systrar og beiggjar, góð vit eru v…
Morgunsangir
Rita navn títt mær í hjarta
Rita navn títt mær í hjarta, Jesus, kongur mín og Guð, at ei sól, ei myrkur svarta megna teg at máa út! Hetta innsigl' á…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband