FFS sangir.
Morgunsangir
Eg eigi vakrar dreymar
Eg eigi vakrar dreymar
um ta ríku verð.
Eg takki fyri lívið
mær varð givið her
Sum systrar og beiggjar,
góð vit eru við,
eru hesar oyggjar,
sum liggja lið um lið
Tær rópa: Kom, kom, kom
niðan fjøll út á fjørð.
Hoyr fuglarnar syngja um lívið á jørð.
Áin hon teskar og blóman so frí,
fyllir títt sinni av ríkari tíð.
Mín vinur sært tú landið og møguleikar her
Á, um eg vinni heimin, tað dýrasta sum er
Í hjarta mínum kenslur, alt eg fekk og sá
Og síggi eg tað sama í tínum eygnabrá
Tað sigur: Kom, kom, kom;
stevnið frítt avstað
Lívið er ein gáva; vit eiga hendan dag
Úr sjónum hetta landið, okkum givið varð
:/: Frítt tað er í Føroyum og gott hjá tær og mær :/:
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Jólasangir
Føgur er foldin
1. Føgur er foldin,
dýrdarríkur himin,
sæl er sálanna jorsalferð,
um allan heimin,
um allar ævir
tað syngjandi at himni…
Sangløtur
Tangokettan
1. Eg eigi eina kettu við longum hvítum hala,
Og tá vit bæði spæla, hon sigur bara mjav!
Hon sleikir sær og murrar, og aldr…
Morgunsangir
Nú vakni øll úr svøvni glað
1. Nú vakni øll úr svøvni glað,
nú náttarstundin hvarv;
nú sær mítt eyga ljósan dag,
nú byrjar dagsins starv.
2. Nú só…