FFS sangir.

Sangløtur

Ró

1) Sólskinstøgn yvir okkum nú,
Luftin fevnandi mjúk,
Einsamøll, livandi, eg og tú,
ósøgdu orðini siga mær alt.

Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær.


2) Sirmið sorgblíða silkibleytt
Svalir rodnandi húð,
Signað vit og av gleði mett,
Aldri var heimur so sannur sum nú.

Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær.


3) Dagmett sól søkir niðublund,
Klokkan bíðandi slær,
Skýmingstrøll seta friðarfund,
Hoydi tú hamranna suðandi svar?

Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær.


4) Máni, vøkuljós ver í nátt,
Mjørki dýna ver tú,
Stíga vit so um dreymagátt,
Gandaði heimur, verð altíð sum nú.

Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær.


5) Morgun, bíða tú kanst eitt bil,
Sov tær megi í nátt.
Vøkumaðurin verja vil,
Teskar í tøgnini: "Alt vil tær gott, alt vil tær gott."

Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær.

Orð: Martin Joensen
Lag: Martin Joensen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Nú jólini nærkast
Nú jólini nærkast, vit eru so spent, jólapynt gera so litfagurt, pent. Tað angar av dunnu, av køku og grann. Í gjárkvøldi…
Sangløtur
Lokki litaval
1. “Um málarin er gamal, so má listin vera nýggj,” so mælti Lokki Litaval og leyp upp á eitt skýggj. Tí Lokki helt, at loft…
Jólasangir
Pakkaberin Gemalius
Nú er stundin komin nær, Vit øll setast niður samlað her Í frið og náðum, hvør ein hugnar sær, Siga lítla søgu væl til ber…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband