FFS sangir.
Jólasangir
Føgur er foldin
1. Føgur er foldin,
dýrdarríkur himin,
sæl er sálanna jorsalferð,
um allan heimin,
um allar ævir
tað syngjandi at himni ber.
2. Øldirnar fara,
øldir munnu koma,
ætt eftir ætt søkkur undir mold.
Onga tíð tagnar
ljóðið av himni,
sum gleðir sálir her á fold.
3. Einglar tað kvóðu
jólanátt for hirðum,
mann eftir mann hoyrdist sama lag:
Friður á foldum,
menniskja, frø teg,
tær føddur frelsari er í dag.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Jólasangir
Rudolf
1. Kenna tit lítla Rudolf, hann sum hevði reyðan tút.
Hann var eitt lítið reinsdjór og hann sá so skegur út.
Øll onnur rein…
Morgunsangir
Tú alfagra land mítt
1. Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn,
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær,
so tætt í tín fav…
Sangløtur
Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt
Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt,
hann føðir, varðar teir,
men elskar hann enn fuglarnar,
meg elskar hann tó meir.…