FFS sangir.

Jólasangir

Eitt barn er føtt í Betlehem

1. Eitt barn er føtt í Betlehem,
Tí gleðir seg Jerusalem.
Halleluja, halleluja!

2. Ein fátæk kona mamma er,
hon lítið barn í fangi ber.
Halleluja, halleluja!

3. Í sveipi har tann Drottur lá,
Guðs eyga honum hvíldi á.
Halleluja, halleluja!

4. Tó høllin ei var stór og von,
hon goymdi himins kongason.
Halleluja, halleluja!

5. Av hjarta syngja vit nú glað.
Guðs dýrd vit síggja jóladag.
Halleluja, halleluja!

6. Við songinum vit byggja brú
frá jørðini at himnabú.
Halleluja, halleluja!

7. Vár Jesus! Nú og alla tíð
tær veri lov for jól so blíð.
Halleluja, halleluja!

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Av øllum tí góða
1. Av øllum tí góða, sum Guð hevur gjørt, ert tú ein gáva, eitt undur so stórt. Eg trúgvi, ein eingil vil vera hjá tær,…
Kvæði
Øskudólgur og sópingarkona
1. Øskudólgur og sópingarkona hildu sær at gaman: hvussu skulu vit liva, tá ið vit koma saman? Niðurlag: Veturin líður,…
Kvæði
Flóvin Bænadiktsson
1. Árla var um morgunin, sól tók fagurt at skína, Marita snúðist av hallini út við fylgismoyggjar sínar. -Lat meg sova…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband