Føst boð
Vika 47
Áminning um skúlans telefonpolitikk Sí leinkið: Næmingar hava ikki loyvi at hava snildtelefon við í skúla - Fuglafjarðar skúli (ffs.fo)
Minnist til svimjiklæðir, skiftiklæðir og handklæði. Øll fara í brús eftir svimjing/ítrótt.
Frá skúlabókasavninum
Nú skúlaárið fer at halla, vilja vit heita á tykkum at lata allar bøkur, sum skúlabókasavnið eigur, inn aftur.
Vinarliga latið bøkurnar inn sum skjótast, ella í seinasta lagi fríggjadagin 6.juni.
Mánadagur
16-11-2026
Føroyskt
Lesið í 15 min. Lesið s. 40-41 í Rani. Frílesing, um tíð er.
Vit fara á bókasavnið í dag. Havið bøkurnar við.
Svimjing
Báðir flokkarnir fara oman í róðrarneystið at venja, í smb við skúlaleikir.
Enskt
Lesið s.38-39 í Mandy
Týsdagur
17-11-2026
Annað
Í dag fara báðir 5. flokkarnir at vitja IRF. Farið verður frá skúlanum kl. 10.30. Tey eta matpakka á IRF, og bussurin koyrir heimaftur frá Hagaleiti kl. 13, og skúladagurin endar. Vanlig undirvísing er áðrenn túrin.
Danskt
Tirsdag d.12 fik alle elever en ny diktatbog "Ny diktat for alle" 4 klasse a trin 2. (En elev var syg, hæftet ligger i elevens skab). Øv på diktat s.2 Kong Midas 1.
Føroyskt
Lesið í 15 min. Lesið s. 42-43 í Rani. Frílesing, um tíð er.
Mikudagur
18-11-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Vit fara at skriva jólakort, sum vit senda við postinum. Øll sleppa at senda tvey í part. Tosið um, hvønn tit ætla at senda til og havið adressuna við í skúla.
Danskt
Tirsdag d.12 fik alle elever en ny diktatbog "Ny diktat for alle" 4 klasse a trin 2. (En elev var syg, hæftet ligger i elevens skab). Øv på diktat s.2 Kong Midas 1.
Føroyskt
Lesið í 15 min. Lesið s. 44-45 í Rani. Frílesing, um tíð er.
Hósdagur
19-11-2026
Føroyskt
Lesið fyrisøgn 3 væl. Vit skriva í skúlanum.
Fríggjadagur
20-11-2026
Støddfrøði
Vit hava skift evni í bókini, og arbeiða nú við desimaltølum.
Øll hava roknað til og við stk. 3.9 á s. 68
Annað
Vit skrivaðu jólakort mikudagin og hósdagin. Summi hava kortini við heim at gera liðug. Havið tey við í skúla aftur áðrenn týsdagin.