Føst boð

Vika 42

Trygd í skúlanum

Sum vit áður hava kunnað um her á heimasetningunum, so hevur hesa seinastu tíðina verið sera nógvur ófriður og nógv herverk á skúlanum.

Í seinastu viku var aftur ein sera vandamikil støða, tá ein sokallað fløskubumba bleiv tveitt úr vindeyganum niður í skúlagarðin. Eitt starvsfólk kemur framvið og ætlar at taka fløskuna upp. Júst tá brestir fløskan ógvusliga, og starvsfólki fær bakkað undan, men fær nakað av royki niðurí seg. Starvsfólkið gerst trongt og illa fyri í nakrar dagar av hesi hending.

Fløskubumban er gjørd av evninum kaustisk soda, ið m.a. er í ?afløbsreinsi?. Evnið er sera vandamikið og etsar. Aðrastaðni eru fleiri dømi um, at fólk eru blivin blind, hava mist hendur o.l. av hesum fløskubumbum.

Vit bóðu løgregluna tí koma á skúlan m.a. at greiða frá hesum vandamiklum fløskubumbum, og at tosa um avleiðingar av skeivum avgerðum.

Í skúlanum ynskja vit, at næmingar kenna seg tryggar. Tí heita vit á tykkum foreldur/avvarðandi um enn einaferð at práta við børn tykkara um hvørjar avleiðingar avgerðir kunnu hava. 

Leiðslan í Fuglafjarðar skúla, 02-11-2023 



Køksbreyt. Næmingalisti og stað - hvar skal eg ;)  Trýst her: Næmingalisti og stað
Mánadagur
13-10-2025
Týsdagur
14-10-2025
Mikudagur
15-10-2025
Køksbreyt
Felagsdagur við Skúlan við Streymin.

Vit fara at fletta og baka.

Næm. úr Fuglafirði fara við bussi (leið 410) frá MH kl. 07.10. Skifta til Leið 400 í Gøtudali. Hann koyrir kl. 08.00.

Næm úr Leirvík fara við leið 400 kl. 7.55

Næm. út Gøtu við leið 400 kl. 08.00.

Havið "Køksmappuna" og blýant við!!
Hósdagur
16-10-2025
Alis- og evnafrøði
Tit hava frí í 5.-6. tíma
Fríggjadagur
17-10-2025
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband