Føst boð

Vika 23


Mánadagur
01-06-2026
Føroyskt
At gera í dag 3.juni:
Vit venja til munnligu royndina, sum verður 11.juni:

Les ella lurta eftir søguni "Hví skal eg" (s.55-59 í
Dropar.) Meðan tú lesur, skalt tú skriva tær stikkorð í skriviheftið, sum skulu hjálpa tær at minnast søguna.

Les síðani stuttsøgufrymlin á s.264. Hugsa um spurningarnar
í mun til søguna "Hví skal eg?" Skriva tær nøkur stikkorð.

Ven teg at leggja søguna fram:

Fyrst greiðir tú frá, hvat søgan er um (hvat hendir), síðani
greiðir tú frá søguni við støði í greiningarfrymlinum (fortel t.d um tíð, stað,
persónar, boðskap o.a)

(Minst til at hyggja upp og les so lítið sum gjørligt úr
pappírinum (bara stikkorð), tá tú leggur fram. Trena teg fyrst og royn so at leggja fram fyri
onkrum heima)


Nøkur mangla at senda mær ummæli av Regin og Sára, sum skuldi vera liðugt áðrenn í dag. Sendið tað skjótast gjørligt!


Lívfrøði
livfrodi.nam.fo
Les kap. 3 Menniskju og hóttanir í Fuglar og fuglafrøði.
Ger uppgávuna til seinast!
Samfelagsfrøði
Halló 7.a. Broyting. Sjálvt um verkfallið ikki er av verður roynd í samfelagsfrøði. Royndin verður 13. juni og vit vera í byrjunnardeildini. Tit vita, hvat tit skulu lesa og tíðirnar eru eisini ásettar. Vit hava góða tíð og eg ynski tykkum góða eydnu.

Vinarliga

Jógvan finnur 


Alis- og evnafrøði
Les. kap. 15 Brenning s. 138-142.
Týsdagur
02-06-2026
Føroyskt
At gera í dag 4.juni:
Vit venja til munnligu royndina, sum verður 11.juni:

Les ella lurta eftir søguni "Bara eitt kill aftrat" (s.34-37
í Dropar.) Meðan tú lesur, skalt tú skriva tær stikkorð í skriviheftið.

Les síðani stuttsøgufrymlin á s.264. Hugsa um spurningarnar
í mun til søguna "Bara eitt kill aftrat." Skriva tær stikkorð. (Her kunnu tit
eisini brúka uppgávuna, sum tit longu hava skrivað um søguna)

Les síðani yrkingina "Við telduna". Hugsa um, hvussu hesir
báðir tekstirnir líkjast og/ella eru ymiskir. Skriva tær stikkorð.

Ven teg at leggja søguna "Bara eitt kill aftrat" fram:

Fyrst greiðir tú frá, hvat søgan er um (hvat hendir), síðani
greiðir tú frá søguni við støði í greiningarfrymlinum (fortel t.d um tíð, stað,
persónar, boðskap o.a) Samanber at enda søguna við yrkingina.

Legg fram fyri onkrum heima (eins og í gjár)


Faroese as a second language
You can do 3 tasks a day from the list.
Samfelagsfrøði
les 46-47
Mikudagur
03-06-2026
Faroese as a second language
You can do 3 tasks a day from the list.
Føroyskt
Enn manglar onkur at senda mær ummæli av Regin og Sára. Send tað í dag.
Hósdagur
04-06-2026
Faroese as a second language
You can do 3 tasks a day from the list.
Føroyskt

At gera í dag 6.juni: 

Vit venja til munnligu royndina, sum verður 11.juni:

Les yrkingina "Nú hitar sólin bjarta" (s.132-133 í Dropar.) Tryggja
tær, at tú skilir øll orðini. (brúka sprotan, um neyðugt)

Les síðani yrkingafrymlin á s.267. Hugsa um spurningarnar í
mun til yrkingina "Nú hitar sólin bjarta." Skriva tær stikkorð.

Les síðani yrkingina "Eg uttan teg" á s.134-135. Hugsa um,
hvussu hesar báðar yrkingarnar líkjast og/ella eru ymiskar. Skriva tær stikkorð.

Ven teg at leggja yrkingina "Nú hitar sólin bjarta" fram:

Fyrst greiðir tú frá, hvør hevur skrivað yrkingina og hvat hon
er um (kjarnin), síðani greiðir tú frá yrkingini við støði í
greiningarfrymlinum (fortel t.d um tíð, stað, frásøgufólk, um yrkingin er episk
ella lýrisk? Siðbundin ella modernað? Rím, bygna o.a) Samanber at enda yrkingina
við yrkingina "Eg uttan teg."

Legg fram fyri onkrum heima.

Fríggjadagur
05-06-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
les samfelagsfrøði 78-79
Faroese as a second language
You can do 3 tasks a day from the list.
Føroyskt
At gera í dag 7.juni:
Vit venja til munnligu royndina, sum verður 11.juni:

Ger ein framløgu av bókini Regin og Sára. 
Greið frá um bókina. Umframt ein samandrátt, kanst tú fortelja eitt sindur um okkurt, sum tú heldur vera týdningarmikið fyri søguna. 
Tú kanst t.d greiða frá hvøji evnir eru í søguni og/ella fortelja um teir týdningarmestu persónarnar og/ella hendingarnar í søguni. 
Brúka ummælið, sum tú hevur skrivað. 

Legg fram fyri onkrum heima. 

Týsdagin verður royndin. Tú kanst fyrireika teg við at venja teg at leggja tekstirnar fram, sum tit hava havt fyri hesa vikuna.
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband