FFS sangir.
Sangløtur
Eg veit eitt spógvareiður
Eg veit eitt spógvareiður,
eg sigi ikki meir.
Tveir ungar spógvin eigur,
i – i – so láta teir.
Og spógvarnir teir smúgva
um heyg og gil og lág,
um torveygu – og flúgva
við sangi til og frá.
Av palli áin fossar.
Og lotið fleyrar milt.
Teir munnu kenna á sær,
eg vil teim einki ilt.
Tá fæ og fuglur tigur,
tá livnar mangt í mær,
tí seti eg meg niður.
Eg sigi ikki hvar.
Í støðum likkur sita.
Og børn tey henta ber.
Men eingin fær at vita,
hvar spógvareiðrið er
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Jólasangir
Nú jólini nærkast
Nú jólini nærkast,
vit eru so spent,
jólapynt gera so litfagurt, pent.
Tað angar av dunnu, av køku og grann.
Í gjárkvøldi…
Jólasangir
Jól á skúlaveg
1. Veðrið tað er kaldari nú.
Í fínum kavastyvlum ert tú.
Tjúkkan vetrarjakka – um hálsin turriklæð
rennur tú í skúla hvønn…
Morgunsangir
Karin (Kavin var júst bránaður)
1. Kavin var júst bráðnaður, og sólin hugdi fram,
tann dagin, lítla Karin ein ring á vegnum fann,
ein ring við eini perlu…