FFS sangir.
Jólasangir
Hvat er tað, sum á jólum teg man frøa
Hvat er tað, sum á jólum teg man frøa,
ger fjálga lon, kann harða hjarta grøða?
Er alt um fjós og krubbu jólanátt
eitt einki, tá ið stjørnan kámast brátt?
Nei, stjørnan lýsir bjørt, tá eyga sær tað barn
í krubbu, alt er vorðið mær.
Er jólaboð alt gávur upp í leypar,
bert fagurt ljós og ovurfyltir steypar?
Er heimsins og familju friðarstund
bert vápnahvíld við jólunum á fund?
Nei, stjørnan lýsir bjørt, tá eyga sær tað barn
í krubbu, alt er vorðið mær.
Er stjørnan bert til prýðis, kertur bjørtu,
og flættar tú tey sonnu jólahjørtu?
Slapp Gud at tendra ljós í tær og mær?
Og letur tú ta stjørnu lýsa tær?
Nei, stjørnan lýsir bjørt, tá eyga sær tað barn
Í krubbu, alt er vorðið mær.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Morgunsangir
Tín miskunn, o Guð
1. Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há,
tín trúfesti røkkur til skýggja,
tín dýrd er um allan heimin at sjá,
tín kærlei…
Jólasangir
Heilaga stund einglar syngja
1. Heilaga stund einglar syngja,
himin í stjørnuskrúð.
Vit hoyra klokkurnar ringja
jól eru komin nú.
Vit hoyra einglasong…
Jólasangir
Rudolf
1. Kenna tit lítla Rudolf, hann sum hevði reyðan tút.
Hann var eitt lítið reinsdjór og hann sá so skegur út.
Øll onnur rein…