FFS sangir.

Morgunsangir

Gróður og fleyr

Gróður og fleyr av útsuðri,
sól gyllir landið so fríð.
Vón fyri avburðarskurði
tykist at vera í tí.
Grøsini grøn, blomstrini vøn,
landið í summarskrú klæða

Úr teimum lindum, sum dugna
lívsmátti teirra og fragd,
finna sær sóljurnar hugna,
í hini váttligu lægd.
Gilið er gult,
yðjandi fult
av sóljum og sóljubørnum.

Smæra og rølikur kýtast
við annan vøkstur úr mold,
ikki man smáblómum nýtast
smæða seg burtur á fold.
Vøkur hvør sær,
angandi tær
lendið við litum uppskrýða.

Ymiskar litfagrar blómur
vaksa kring um allan heim,
víst kendist heimurin tómur,
um hann bar saknin av teim!
Við síni brá
hvørt lítið strá
lovprísar Skapara sínum.

Menniskjan er sum ein blóma
vøkur á sumri at sjá,
skapt til Guds dýrd og tann sóma,
summarið ævigt at fá;
treyt er, at hon
trýr á Guds Son,
sum henni sæluna veitir.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Feliz Navidad
Feliz Navidad Feliz Navidad Feliz Navidad Prospero año y Felicidad. Feliz Navidad Feliz Navidad Feliz Navidad Prospe…
Sangløtur
Sangur til frælsi
1. Tú er tað fagrasta eg veit Tú er tað dýrasta á foldum Tú ert sum stjørnurnar, sum vindurin, sum brimbrotið, sum fugl…
Kvæði
Í Gøtu ein dag
1. Í Gøtu ein dag har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð: Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár – tað ýlir av…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband