Tíðindi.
Vinarliga setið ljósini á parkeringsstøðu.
25.11.2026
Vinarlig áminning til bilførarar við skúlan um morgunin
Nú vit eru í vetrartíð, og tað er myrkt um morgunin, er sera týdningarmikið, at bilførarar seta ljósini á parkeringsstøðu, tá ið steðgað verður við skúlan. Tað kann vera sera torført at síggja fólk til gongu, á súkklu o.s.fr., tá ið bilar hava nær- ella fjarljós tendrað.
Somuleiðis vilja vit minna á hesar áheitanir:
- Bilførarar skulu ikki steðga á busssteðgiplássinum, tí hetta órógvar bussferðsluna og ger tað torførari hjá bussinum at seta næmingar av.
- Heitt verður á næmingar um at nýta endurskin, so teir síggjast betur í myrkrinum.
- Heitt verður á næmingar um at brúka gonguteigin, tá farið verður yvir um vegin.
Sí annars fleiri góð ráð um ferðslutrygd á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd her: Góð ráð!
Fuglafjarðar skúli
Deil tíðindi á