Tíðindi.
Familjufyrisitingin við nýggjari heimasíðu til børn.
19.11.2026
Skúlin hevur móttikið tíðindaskriv frá Familjufyrisitingini, har boðað verður frá, at Familjufyrisitingin hevur gjørt eina nýggja og barnavinarliga heimasíðu, sum er ætlað børnum og ungum, sum hava foreldur, sum ikki liva saman.
Endamálið við heimasíðuni er at gera tað lætt hjá børnum at nema sær kunning og hjálp, umframt at skilja hvørji rættindi tey hava, um foreldur teirra til dømis eru ósamd um bústað, samveru ella foreldramyndugleika.
Sí nærri kunning á nýggju heimasíðuna: www.barnafamf.fo
Deil tíðindi á