Tíðindi.

Skrivlig jólaroynd 2026 .

17.11.2026

Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi

So fara næmingarnir í 8., 9. og 10. fl. til skrivligar royndir.

Gevið gætur: 10. flokkur fer upp í roynd í viku 48 og 8. og 9. flokkur fara upp í viku 49. 

Sí tíðarkarmar og mannagongdir niðanfyri.

Tíðarkarmar fyri 10. flokk:

Dagur: Lærugrein: 10. flokkur Royndarhøli

Týsdagur

24. novembur

Føroyskt kl. 08:15 - 12:15 Framseting Gl. fimleikahøll

Mikudagur

25. novembur

Danskt kl. 08:15 - 12:15 Framseting Gl. fimleikahøll

Hósdagur

26. novembur

Enskt
kl. 08:15 - 11:15 Framseting
Gl. fimleikahøll

Fríggjadagur

27. novembur

Støddfrøði 

 

kl. 08:15 - 12:15 Greiðslurokning

kl. 12:15 - 12:45 Steðgur

kl. 12:45 - 13:45 Fimisrokning(9.floks støði)

 

Gl. fimleikahøll

Tíðarkarmar fyri 8. og 9. flokk:

Dagur: Lærugrein: 8. og 9. flokkur  Royndarhøli 

Mánadagur

30. novembur

Føroyskt

kl. 08:15 - 09:00 Stavseting og mállæra

kl. 09:00 - 09:30 Steðgur

kl. 09:30 - 13:00 Framseting

Ítróttahøllin/Bókasavnið

Týsdagur

1. desembur

Danskt

kl. 08:15 - 09:00 Stavseting og mállæra

kl. 09:00 - 09:30 Steðgur

kl. 09:30 - 13:00 Framseting

Ítróttahøllin/Bókasavnið

Mikudagur

2. desembur

Enskt

kl. 08:15 - 09:45 Máluppgáva

kl. 09:45 - 10:25 Steðgur

kl. 10:25 - 13:25 Framseting 

Ítróttahøllin/Bókasavnið

Hósdagur

3. desembur

Støddfrøði

kl. 08:15 - 09:15 Fimisrokning

kl. 09:15 - 09:45 Steðgur

kl. 09:45 - 13:45 Greiðslurokning

Ítróttahøllin/Bókasavnið

Fríggjadagur

4. desembur

Føroyskt 

 

Danskt

kl. 08:15 - 09:00 Lesing

kl. 09:00 - 09:30 Steðgur

kl. 09:30 - 10:15 Lurting og lesing

Ítróttahøllin/Bókasavnið

 

Mannagongdir til skrivligu royndirnar:

  • Næmingarnir skulu sita í royndarhølinum 15. min. áðrenn royndin byrjar.
  • Loyvt er at nýta lærubøkur, gamlar uppgávur, egna notatir o.l. til royndina.
  • Tað er strangliga bannað at avrita uppgávur av netinum, at nýta vitlíki(chatGPT), o.l.
  • Tað er ikki loyvt at nýta fartelefon. Um næmingur hevur knappatelefon við, skal hon liggja sløkt í taskuni ímeðan royndin er.
  • Næmingar hava loyvi at samskifta við vaktirnar í royndarhølinum. Einki annað samskifti er loyvt.
  • Bið vaktina um loyvi, um tú skalt á vesi.
  • Verið umhugsin og órógvið ikki onnur.   

At hava við:

  • Teldu  
  • Telduløðara
  • Oyralurt
  • Teldumús
  • Góðar blýantar
  • Viskileður
  • Linjál
  • Teknitrýkant
  • Vinkulmátara
  • Passara
  • Roknimaskinu
  • Gulu handbók   

Nøkur góð ráð:

  • Fyrireika teg væl.
  • Skilagott er at blaða ígjøgnum gamlar uppgávur, stílar, notatir, rættingar frá lærara o.l.
  • Tryggja tær, at øll omanfyri standandi amboð eru í pennahúsinum og taskuni.
  • Far tíðliga í song og et góðan morgunmat.
  • Hav góðan matpakka og okkurt drekkandi við í royndarhølið.
  • Tryggja tær, at tú skilur uppgávuorðingina og spurningarnar.
  • Ger títt besta og brúka tíðina væl.
     

Deil tíðindi á
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband