Tíðindi.
Felags avtala um snildtelfonir undirskrivað .
Í gjár, 5. oktobur, skipaði Skúlastýrið fyri felags foreldrafundi fyri foreldur og avvarðandi í grunddeildini.
Leivur á Lakjuni, skúlastýrisformaður, bjóðaði vælkomin og greiddi frá, at hesin fundurin er byrjanin upp á eitt arbeiði, sum Skúlastýrið ætlar at halda fram við. Fyrsta visjónin er, at børn í grunddeildini sum útgangsstøði bíða við at fáa egna snildtelefon, meðan tey ganga í 1. til 3. flokki.
Víðari greiddi Leivur frá ymsum avbjóðingum, sum gransking vísir eru knýttar at brúki av snildtelefonum. Hann vísti eisini á fleiri tankavekjandi tøl úr ymiskum kanningum, sum lýstu, hvussu nógva tíð vit í miðal brúka framman fyri skíggjanum, og hvussu snildtelefonir kunnu hava neiliga ávirkan á børn. Serliga varð víst á vandar sum happing, atgongd til óhóskandi tilfar á netinum, kynsligan ágang og aðrar avbjóðingar.
Foreldur og avvarðandi tóku væl ímóti átakinum, sum Skúlastýrið hevur sett í verk, og øll, sum vóru til staðar, skrivaðu undir felagsavtaluna.
Skúlastýrið kunnaði eisini um, at arbeiðið fer at halda fram við tí endamáli at hækka aldursmarkið fyri, nær børn fáa egna snildtelefon.