Tíðindi.
Altjóða Læraradagur 2026.
5. oktober er Altjóða Læraradagur, og tað hava vit hátíðarhildið í Fuglafjarðar skúla í morgun.
Í fyrsta fríkorterinum møttust starvsfólk, næmingar og skúlastýrið í miðhøllini. Leivur á Lakjuni, formaður í skúlastýrinum, bjóðaði vælkomin og spurdi næmingarnar, um teir vistu, hvør dagur tað var. Onkur svaraði skjótt: „Mánadagur“, meðan annar svaraði: „Altjóða Læraradagur“.
Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, og fyrrverandi næmingur í Fuglafjarðar skúla, kom framvið og helt røðu.
Eftir røðuna handaðu næmingaráðini lærarum og námsfrøðingum gávur. Gávan í ár var ein innrammað mynd frá FJORD v/Suffíu Nón.
Inni á lærarastovuni varð eisini fjálgað um, og her fingu vit flottar og leskiligar køkur frá Dreymakøkur v/Rannvá Knudsen.
Við nøkrum myndum frá degnum vilja vit takka skúlastýrinum fyri at skipa fyri hesum týdningarmikla degi.
Og ikki minst: Takk til allar lærarar og námsfrøðingar fyri tykkara týdningarmikla arbeiði hvønn dag.