Tíðindi.
Felags foreldrafundur fyri foreldur/avvarðandi í grunddeildini.
Góðu foreldur/verjar í 1.–3. flokki
Skúlastýrið hevur avgjørt at skipa fyri felags foreldrafundi fyri øll foreldur/avvarðandi at børnum í grunddeildini. Endamálið við fundinum er at greiða frá okkara visión og at geva øllum foreldrum/verjum møguleika at skriva undir eina felags foreldraavtalu á fundinum. Visiónin er, at børn í grunddeildini sum útgangsstøði bíða við at fáa egna snildtelefon, meðan tey ganga í 1.–3. flokki.
Á fundinum fara vit at greiða frá:
- hví skúlastýrið ynskir at arbeiða fyri hesum
- hvussu snildtelefonir kunnu ávirka spæl, svøvn, trivna og felagsskap
- hvussu vit sum foreldur kunnu standa saman og minka um trýstið á børnini
- hvørji alternativ kunnu vera, um tørvur er á sambandi við barnið
- hvat felags foreldraavtalan inniber
Á fundinum fáa øll foreldur/verjar møguleika at skriva undir eina avtalu um, at barnið ikki fær egna snildtelefon, meðan tað gongur í grunddeildini. Hetta er ikki eitt forboð, men ein felags avtala millum foreldur. Endamálið er at gera tað lættari hjá foreldrum at standa saman og geva børnunum meira tíð til spæl, nærveru og barndóm.
Foreldrafundurin verður mánadagin, 5. oktober, kl. 19:00 - 20:00 í miðhøllini í Fuglafjarðar skúla.
Vit vóna, at so nógv sum gjørligt hava høvi at møta, so vit kunnu taka hetta stigið í felag.
Vinarliga
Skúlastýrið