Tíðindi.
Myndir og tøl frá rennidegnum 15. sept. 2026.
Lagið var av tí besta týsdagin, tá rennidagurin var. Hóast tað sirmaði, tá vit møttu í skúla, so sleit í og tað bleiv av besta veðri at renna í.
Næmingar í 10. flokki, sum vóru stuttligt íklæddir, skipaðu fyri upphiting á vøllinum. Síðani var farið at renna.
Tilsamans runnu næmingarnir í ár 2.406 km.
GRUNDDEILD:
Grunddeildin rann tilsamans 683,5 km. við einum miðal á 9,7 km.
Flokkurin í grunddeildin, sum rann mest, var 3. flokkur, sum rann 10,2 km. í miðal. Flott!!
Allir næmingar í 1. flokkunum runnu 10 km. Tað er sera flott!!
MIÐDEILD:
Miðdeildin rann tilsamans 535 km. við einum miðal á 9,9 km.
Flokkurin í miðdeildini, sum rann mest, var 6. flokkur, sum rann 10,2. km. í miðal. Flott!!
Ein næmingur í miðdeildini tann 22,2 km. Tað var Bergur í 5. flokki. Flott!!
HÁDEILD:
Hádeildin rann tilsamans 1.187,5 km. við einum miðal á 9,5 km.
Tveir flokkar runnu flestar kilometrar og høvdu eins nógv í miðal. Tað eru 7.a og 7.b, sum runnu 10,8 km. í miðal. Hesir báðir flokkar eru sostatt teir, sum tilsamans hava runnið mest í miðal í øllum skúlanum. Flott!!
Vit takka fyri ein góðan rennidag :-) Tit vóru virkuliga røsk!!
Her eru nakrar myndir og eitt filmsbrot: