Tíðindi.
So er aftur tíð til skúlarenning.
13.09.2026
Týsdagin 15. septembur fara vit aftur í renniskógvar, tí tá verður árligi rennidagurin í Fuglafjarðar skúla.
Allir næmingar møta til morgunsang í miðhøllini kl. 08.00.
10. flokkur skipar fyri upphiting á vøllinum, áðrenn farið verður at renna.
Tá næmingarnir eru lidnir at renna, fáa teir okkurt søtt undir góman.
Dagurin endar soleiðis:
- Kl. 11.25 fyri 1. og 2. flokk. Bussurin steðgar við skúlan sum vanligt.
- Kl. 11.55 fyri 3. - 10.flokk. Bussarnir koyra frá Mentanarhúsinum.
Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt ansni hetta tíðarskeiðið.
Vit gleða okkum :-)
Deil tíðindi á