Tíðindi.
Hugnaligur sunnudagur í skúlanum á mentanardøgum!.
09.09.2026
Sum kunnugt hevði skúlin opið hús sunnudagin á mentanardøgunum, har vit heiðraðu minnið um lokala listamannin, Niels Midjord.
Runt um í skúlanum vóru listaverk sýnd fram, sum næmingarnir høvdu evnað til ígjøgnum vikuna. Har var alt frá feitum flugum til flottar myndir at síggja.
Í miðhøllini var framløgukafé, har hádeildin hevði framløgu um lívið hjá Niels Midjord. Matarstaðið var umskapað til eina kafé, og til bar at keypa sær okkurt søtt undir góman og njóta løtuna.
Harumframt var felagssangur og Jógvan Joensen sang nakrar sangir hjá Gunnleifi og Nielsi.
Tað var sera hugaligt at síggja skúlan fullan av fólki, ið gingu runt og vitjaðu framsýningarnar og kaféina.
Vit takka av hjarta øllum, sum komu á gátt!
Deil tíðindi á