Tíðindi.

Skráin fyri sunnudagin 6. septembur.

03.09.2026

Nú nærkast mentanardagar, og vit gleða okkum til sunnudagin 6. septembur, tá skúlin hevur opið hús.

Skráin er hendan:

Hádeildin - Gula miðhøllin:

Hádeildin skipar fyri framløgukafé í miðhøllini

Kl. 15:00 - 16:00: 8. flokkur hevur framløgu um Niels Midjord og skipar fyri kaffisølu. Eisini verður felagssangur.

Kl. 16:00 - 17:00: 9. flokkur hevur framløgu um Niels Midjord og skipar fyri kaffisølu. Eisini verður felagssangur.

Kl. 17:00 - 18:00: 10. flokkur hevur framløgu um Niels Midjord og skipar fyri kaffisølu. Eisini verður felagssangur.

Kaffi og køka kosta kr. 20,-. Havið reiðan pening við. 

Inngongdin til framløgukaféina er við høvuðsdyrnar við brekkuna. 

 

Miðdeildin - Gongin á miðdeildini (miðhæddin):

Kl. 15:00 - 18:00: Miðdeildin skipar fyri framsýning eftir gongini á miðdeildini.

 

Grunddeildin - Gongin í grunddeildini (ovasta hædd):

kl. 15:00 - 18:00: Grunddeildin skipar fyri framsýning av sangum hjá Gunnleifi og Nielsi.

kl. 16:00: Jógvan Joensen kemur at syngja nakrar sangir hjá Gunnleifi og Nielsi. 

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum :-) 


Deil tíðindi á
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband