Tíðindi.
Vit eru við á mentanardøgum .
01.09.2026
Í sambandi við, at mentanardagar vera í vikuskitinum, hevur skúlin opið hús sunnudagin, 6. septembur frá kl. 14:00 - 18:00.
Á skránni verða spennandi framsýningar og framførslur av ymiskum slag til heiðurs fyri Niels Midjord, sála.
Harumframt ber til at keypa sær kaffi/te og køkur í kafe'ini, ið verður í gulu miðhøllini.
Gevið gætur: Tað verður bert møguligt at gjalda í reiðum peningi.
Ein samlað skrá verður løgd her á heimasíðuna hósdagin.
Vit gleða okkum at sígga tykkum :-)
Starvsfólk og næmingar í Fuglafjarðar skúla
Deil tíðindi á