Tíðindi.

Kervipluss.

17.08.2026

Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi!

Nú eitt nýtt skúlaár er byrjað, er eisini ein nýggj skúlaskipan komin. Hon kallast Kervipluss.

Framyvir fara lærarar at leggja boð um heimaarbeiði o.a. á Kervipluss.

Allir skrásettir næmingar kunnu rita inn á kervipluss.fo við sínum brúkaramerki og loyniorði, sum næmingarnir hava fingið frá sínum lærara.

Nevnast kann, at fleiri næmingar frammanundan kenna sítt brúkaramerki og loyniorð, tí teir brúka tað í sambandi við ymiskt arbeiði, t.d. tá farið verður til roynd, landsroynd og tá arbeitt verður á office o.l. 

Í fyrsta umfari nýta foreldur somu innritan sum børnini. Skjótt fara foreldrini eisini at kunna rita inn við Samleikanum og velja, hvat barn tey ynskja at umboða.

Vegleiðingar til næmingar og foreldur:

Rita inn Soleiðis ritar tú inn 
Heimaarbeiði og føst boð Her sært tú heimaarbeiði og føst boð

Kervipluss liggur sum ein snarvegur á heimasíðuni. Trýstið á ikonið við lampuni. Hetta liggur á høgru síðu á forsíðuni. 

Vit øll, bæði næmingar, foreldur/avvarðandi og starvsfólk, eru í eini tilgongd at læra okkum hesa nýggju skipan. Tí má lyklaorðið hesa tíðina vera: Tolsemi :-)

Um ivamál eru, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skrivstovuna á tlf.nr. +298 238060 ella avvarðandi flokslærara. 

 


Deil tíðindi á
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband