Tíðindi.

1. flokkur havt sín fyrsta skúladag.

12.08.2026

Í morgun byrjaðu nýggir, sera spentir og fittir næmingar í 1. flokki. Nógvar flottar troyggjur og skúlataskur vóru at síggja.  

Næmingarnir møttu í miðhøllini saman við foreldrum, har skúlaleiðslan tók ímóti og kunnaði um ymisk viðurskifti viðvíkjandi skúlaskapi. Eisini heilsaðu lærarar, ið skulu vera rundan um 1. flokk, uppá næmingarnar. 

Síðani varð farið upp í floksstovurnar, har 1. flokkur kemur at halda til.  Her var tíð til hugna við onkrum søtum undir góman. 

Tað eru 23 næmingar, sum byrja í 1. flokki og vera hesir deildir í tveir flokkar í ávikavist 1.a og 1.b. 

Flokslærarar í hesum báðum flokkunum verða Ragna Løkin og Helena Katrine Johannesen. 

Vit ynskja næmingunum hjartaliga vælkomnum, góðan arbeiðshug og blíðan byr.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá skúladegnum :


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband