Tíðindi.

Spæliðið 2025-2026.

17.06.2026

Eftir morgunsangin í dag vóru 7. floks næmingar heiðraðir. Hesir næmingar hava havt sokallaða "spæliliðið" um hendi í hesum skúlaárinum. 

Mary-Ann Zachariassen, AKT-lærari, bar teimum eina heilsan og takkaði fyri teirra góða innsats.  

Spæliðið tekur sær av at skipa fyri spølum í fríkorterinum fyri teimum smáu. Spæliðið hevur til endamál at fáa næmingar at vera virknar og røra seg í fríkorterinum. Hetta hava 7. floks næmingarnir megnað sera væl hetta skúlaárið.

Spæliliðið er eitt gott átak, sum er við til at styrkja felagsskapin og trivnaðin. 

Takk til 7. flokk :-) 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband