Tíðindi.
Fráfaringarløta fyri Oliviu.
19.06.2026
Í sambandi við, at Olivia Hansen fer frá sum lærari vegna aldur, var fráfaringarløta hildin 19. juni 2026
Bovlinghøllini í Leirvík var karmur um hesa hugnaligu fráfaringarsamkomu, har familja, starvsfelagir, umboð fyri Fuglafjarðar kommunu og skúlastýrið vóru komin saman.
Ein sera hugnalig løta við røðum, góðum mati og felagssangi.
Olivia tók prógv við Føroya Læraraskúla í 1985, og byrjaði tá sum lærari í Fuglafjarðar skúla. Í heili 41 ár hevur hon verið í starvi sum lærari her í skúlanum. Mong munnu tey vera, sum kennast við Olivu og sum hava havt hana sum lærara.
Vit takka Oliviu av hjarta fyri góða og drúgva tænastu øll hesi árini, við ynski um blíðan byr framyvir.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá fráfaringarløtuni:
Deil tíðindi á