Tíðindi.
Prógvhandan 2026.
17.06.2026
Mikudagin 17. juni var prógvhandan fyri næmingum í 9. og 10. flokki.
Ítróttahøll skúlans var sum vant karmur um hesa hátíðarløtu.
Á skránni vóru røður frá skúlastjóra, flokslærarum og næmingum. Harumframt vóru tónleikaframførslur frá 9. og 10. floks næmingum. Eisini var nakað av sjónleiki, tá 10. flokkur framførdi brot úr leikinum "Grease".
Vit eru sera errin av okkara dugnaligu næmingum.
Góðu næmingar, takk fyri tíðina í Fuglafjarðar skúla. Vit ynskja tykkum blíðan byr víðari á lívsleiðini.
Her eru nakrar myndir frá prógvhandanini:
Deil tíðindi á