Tíðindi.
Seinasti skúladagur á hesum sinni.
18.06.2026
Í dag, 18. juni, hava næmingarnir havt sín seinasta skúladag í skúlaárinum 2025-2026.
Seinastu vikurnar hava verið fullar av upplivingum. Grund- og miðdeildin hava havt evnisdagar og hava m.a. verið og vitjað tjóðsavnið, sjósavnið, nýggja ruskøkið á Kambsdali og Limmilund í Leirvík. Eisini hevur tíð verið til at málað steinar, svomið, luttikið í triatlon, gingið í haganum, súkklað og verið í vatnkríggj, sum Fuglafjarðar Sløkkilið skipaði fyri - takk fyri tað.
Í dag bleiv punktum sett fyri árið við at grilla á Oyruni, har eisini 7. flokkur skipaði fyri spølum.
Vit ynskja øllum eina góða summarfrítíð.
Skúlin byrjar aftur 12. august.
Deil tíðindi á