Tíðindi.
Heilsufrøðingurin hevur takkað fyri seg.
09.06.2026
Heilsufrøðingur okkara, Inga S. Símunardóttir, hevur nú rokkið pensjónsaldur og er tí spakuliga farin at rigga av í skúlunum, ið hon hevur varað av. Sostatt fer hon nú at gevast í okkara skúla í summar.
Í hesum sambandi høvdu vit eina fráfaringarløtu í síðstu viku, har leiðslan takkaði Ingu fyri tíðina, og fyri góða og drúgva tænastu her í skúlanum. Eisini segði Inga sjálv nøkur orð.
Við hesum myndum takka vit Ingu fyri tað góða arbeiðið, ið hon hevur gjørt her í skúlanum.
Alt tað besta - og blíðan byr.
Deil tíðindi á