Tíðindi.

Prógvhandan 17. juni .

03.06.2026

Prógvhandan hjá 10. flokki og teimum í 9. flokki, sum gevast í skúlanum, verður mikudagin 17. juni, kl. 17.00.

Hátíðarløtan verður í ítróttahøll skúlans.

Eftir fráfaringarløtuna verður drekkamuður og næmingar fara til myndatøku.

Sunrid í Gong frá Fotostudio tekur myndir av næmingunum. 
Møguleiki verður at keypa eina floksmynd (kr. 250,-) og/ella einstaklingamynd (kr. 200,-).


Um tit ynskja at fáa myndir, skal hetta gerast við

- at boða skrivstovuni frá í seinasta lagi mánadagin 15. juni við navni og fullum bústaði. Hetta tí, at myndirnar verða sendar tykkum við posti. 

Harumframt skal 

- upphæddin rindast á konto 6460 - 994.590.5 við viðmerking "FS - navn á næmingi" í seinasta lagi mánadagin 15. juni.

- ella rindast kontant við at lata brævbjálva inn á skrivstovuna við viðmerking "FS - navn á næmingi" í seinast lagi mánadagin 15. juni.

 

Vit gleða okkum til stóra dagin.

Verið vælkomin!


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband