Tíðindi.

Lýsing eftir námsfrøðiligum stuðlum.

21.05.2026

Til skúlaárið 2026-2027 eru hesi námsfrøðiligu størv leys at søkja í Fuglafjarðar skúla:

  • 1 tíðaravmarkað starv sum námsfrøðiligur stuðul við setan frá 1. august 2026. Setanarbrotið er 0,57.
  • 1 farloyvisstarv sum námsfrøðiligur stuðul við setan frá 1. august 2026. Setanarbrotið er 0.58.
  • 1 farloyvisstarv sum námsfrøðiligur stuðul við setan frá 10. august til 18. desembur 2026. Setanarbrotið er 0.57.

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum, sum:

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • eru fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
  • duga at samstarva og vilja vera við til at menna skúlan
  • vilja fevna ymisleikan og styrkja felagsskapin
  • ynskja at kveikja hugin hjá einstaka næminginum til læring og menning
  • hava góðar kt-førleikar
  • kunnu tillaga seg til skiftandi arbeiðsumstøður 
  • hava áræði til at taka ábyrgd og duga at síggja møguleikar

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita námsfrøðiligan stuðul í flokkinum soleiðis, at næmingarnir megna skúladagin, mennast og læra, og verða stimbraðir til at taka lut í felagsskapinum.

Námsfrøðiligu stuðlarnir koma at arbeiða í einum námsfrøðiligum stuðulstoymi. Toymið samstarvar við førleikastovuna, leiðsluna og flokslærararnar. Námsfrøðiligir stuðlar eru saman við læraratoyminum við til at fyrireika, útinna og eftirmeta undirvísingina, og á tann hátt styrkja næmingarnar fakliga, persónliga og sosialt.

Førleikakrøv:

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur útbúgving sum námsfrøðingur ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul innan serøkið.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðiligu størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-24.

Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðsluni í hendi í seinasta lagi hósdagin, 4. juni 2026, kl. 12.00. Umsóknin skal sendast við telduposti til Berlys Toftadal, skúlastjóra, á teldupostbústað berlys.toftadal@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at seta seg í samband við skúlastjóran á tlf. nr. 238061. Setanarsamrøður verða í viku 23 og/ella 24. Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.

Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 315 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 33 lærarar, 4 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband