Tíðindi.
Lýsing eftir lærarum.
Lærarastørv í Fuglafjarðar skúla
Til skúlaárið 2026-2027 eru hesi størv leys at søkja í Fuglafjarðar skúla:
- 3 føst lærarastørv við setan frá 1. august 2026. Setanarbrotið er 1.0.
- 1 barsilstarv fyri lærara frá 10. august til og við 18. desembur 2026. Setanarbrotið er 0.7.1 barsilstarv fyri lærara frá 10. august til og við 29. mars 2027. Setanarbrotið er 1.0.
- 2-3 tíðaravmarkað lærarastørv frá 1. august 2026 fyri lærarar í farloyvi, vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2026.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava prógv sum lærari, tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.
Harumframt skal umsøkjari hava góðan málførleika, serliga í føroyskum.
Skúlin hevur tørv á lærarum, ið kunnu undirvísa í hesum lærugreinum:
- Í grunddeildini: Føroyskum, støddfrøði, tónleiki, ítrótti og FSA
- Í miðdeildini: Føroyskum, donskum, enskum, tónleiki, ítrótti, smíð og náttúru og tøkni
- Í hádeildini: Donskum, alis- og evnafrøði, lívfrøði, kristni, tónleiki, heimkunnleika, smíð og føroyskum sum annað mál
Harumframt er tørvur á lærarum, ið kunnu átaka sær flokslæraraleiklut í grund- og miðdeild, og sum hava førleikar at undirvísa næmingum við serligum tørvi.
Lærarar, ið kunnu undirvísa í tónleiki, føroyskum sum annaðmál, vísindalærugreinum og harumframt kunnu átaka sær flokslæraraleiklut, hava fyrimun.
Vit vænta, at tú
- ert fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
- dugir at samstarva og vilt vera við til at menna skúlan og teg sjálva/-n
- ert fevnandi og vil styrkja felagsskapin
- ynskir at kveikja hugin til at læra hjá tí einstaka næminginum
- kanst tillaga teg til skiftandi arbeiðsumstøður og broytingar
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, tekur lut í dagliga arbeiði skúlans
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin, 4. juni, kl. 12.00. Nærri kunning um størvini fæst við at seta seg í samband við Berlys Toftadal, skúlastjóra, á tlf.nr. 238061 ella á t-post berlys.toftadal@skulin.fo
Setanarsamrøður verða í viku 23. Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.
Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 315 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 33 lærarar, 4 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna.