Tíðindi.

10. flokkur havt seinasta undirvísingardag.

13.05.2026

Í sambandi við, at næmingarnir í 10. flokki nú eru lidnir við at fáa undirvísing í fólkaskúlanum, og nú bert hava próvtøkur eftir, takkaðu teir fyri seg við at undirhalda okkum meginpartin av degnum í dag. 

Eftir at hava gist tvær nætur í Vági komu næmingarnir væl upplagdir og stuttliga íklæddir í skúla í morgun. Teir bjóðaðu bomm og skipaðu fyri góðum undirhaldi í miðhøllini. 

Fleiri stuttlig spøl vóru á pallinum, har næmingar úr ymiskum flokkum kappaðust. Eisini náddu tey at renna í "toki" til sangin "Skúlin er liðugur". Tiltakið hjá 10. flokki endaði við, at allir næmingar arm um arm sungu sangin "Øll mín verð" - ein rørandi løta.  

Eftir matarløtuna var felagssangur í miðhøllini, og tónleikaholdini í 8. og 9. flokki framførdu nakrar sangir. 

Vit takka 10. flokki fyri stuttligt undirhald og tónleikabólkunum í 8. og 9. fl. fyri flottar framførslur.  

Í morgin er Kristi Himmalferðardagur, so grund- og miðdeild møta aftur sum vant fríggjadagin.

Næmingar í hádeild fara nú til skrivligar próvtøkur og royndir. Síðani verður lesiferia, har næmingar fyrireika seg til munnligar próvtøkur og royndir. Næmingarnir í grund- og miðdeildini halda fram við vanligari skúlagongd í eina tíð afturat. 

 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband