Tíðindi.

Skrivlig roynd og próvtøka mai 2026.

12.05.2026

Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi

So fara næmingarnir í 7. 8., 9. og 10. fl. til skrivligar royndir og próvtøkur

Tíðarkarmarnir eru sum niðanfyristandandi:

Skrivlig roynd og próvtøka 2026   7. flokkur 8. og 9. flokkur 10. flokkur
Mánadagin 18. mai Danskt

 

08:15 - 09:00 Stavseting og mállæra

09:00 - 09:30 Steðgur

09:30 - 13:00 Framseting

09:30 - 13:30 Framseting
Týsdagin 19. mai  Støddfrøði

08:15 - 09:15 Fimisrokning

09:15 - 09:45 Steðgur

09:45 - 13:45 Greiðslurokning

 

08:15 - 09:15 Fimisrokning

09:15 - 09:45 Steðgur

09:45 - 13:45 Greiðslurokning

 

09:45 - 13:45 Greiðslurokning
Mikudagin 20. mai Føroyskt

 

08:15 - 09:00 Stavseting og mállæra

09:00 - 09:30 Steðgur

09:30 - 13:00 Framseting

 

 

09:30 - 13:30 Framseting

Hósdagin 21. mai Enskt

08:15 - 09:45 Máluppgáva

09:45 - 10:25 Steðgur

10:25 - 13:25 Framseting

 

08:15 - 09:45 Máluppgáva

09:45 - 10:25 Steðgur

10:25 - 13:25 Framseting

 

 
Fríggjadagin 22. mai

Føroyskt 

 

Danskt

 

 

08:15 - 09:00 Lesing

09:00 - 09:30 Steðgur

09:30 - 10:15 Lurting og lesing

 

 

Mannagongdir til skrivligu royndirnar:

  • Næmingarnir skulu sita í royndarhølinum 15. min. áðrenn royndin byrjar.
  • Loyvt er at nýta lærubøkur, gamlar uppgávur, egna notatir o.l. til royndina.
  • Tað er strangliga bannað at avrita uppgávur av netinum, at nýta vitlíki(chatGPT), o.l.
  • Tað er ikki loyvt at nýta fartelefon. Um næmingur hevur knappatelefon við, skal hon liggja sløkt í taskuni ímeðan royndin er.
  • Næmingar hava loyvi at samskifta við vaktirnar í royndarhølinum. Einki annað samskifti er loyvt.
  • Bið vaktina um loyvi, um tú skalt á vesi.
  • Verið umhugsin og órógvið ikki onnur.

At hava við:

  • Teldu  
  • Telduløðara
  • Oyralurt
  • Teldumús
  • Góðar blýantar
  • Viskileður
  • Linjál
  • Teknitrýkant
  • Vinkulmátara
  • Passara
  • Roknimaskinu
  • Gulu handbók   


Nøkur góð ráð:

  • Fyrireika teg væl. Skilagott er at blaða ígjøgnum gamlar uppgávur, stílar, notatir, rættingar frá lærara o.l.
  • Tryggja tær, at øll omanfyri standandi amboð eru í pennahúsinum og taskuni.
  • Far tíðliga í song.
  • Et góðan morgunmat.
  • Hav góðan matpakka og okkurt drekkandi við í royndarhølið.
  • Tryggja tær, at tú skilur uppgávuorðingina og spurningarnar.
  • Ger títt besta og brúka tíðina væl.

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband