Tíðindi.

Brandvenjing mánadagin, 11. mai.

06.05.2026

Kunnað verður um, at mánadagin tann 11. mai verður brandvenjing í skúlanum. Klokkutíðina kenna vit ikki.

Skúlin hevur javnan brandvenjingar í skúlanum - bæði fráboðaðar og ófráboðaðar - fyri at tryggja, at næmingarnir kenna tær rýmingarleiðir, ið eru í skúlanum. 

Tað er lærarin, ið hevur flokkin tá, ið fylgir næmingunum til nærmastu rýmingarleið og fer við teimum oman í kirkjuna, ið er avtalaða møtistaðið, um eldur skuldi komið í.

Skúlin leggur stóran dent á, at næmingar kenna seg tryggar, tá brandvenjingar eru.  

Vanlig undirvísing verður áðrenn og aftaná venjingina. 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband