Tíðindi.
Sóu tit trøllið á sandinum?.
27.04.2026
Næmingarnir í 4. flokki vóru í síðstu viku saman við feðgunum Smith nirði á sandinum.
Saman við feðgunum skapaðu tey eitt satt sand-listaverk. Eftir eini løtu lá eitt trøll á sandinum. Eitt sera vakurt trøll við flottum smálutum.
Sandlist er partur av listaleypinum í ár. Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og LISA fíggja og fyriskipa til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.
Meiri um sandlist kann lesast her: https://www.listaleypurin.fo/listaleypurin-202526/sandlist
Her eru myndir, ímeðan arbeiðið at skapa listaverkið fór fram:
Deil tíðindi á