Tíðindi.
Nýggj útbúgving: FSA-UNG – støðisár í føroyskum (English below).
Miðnám á Kambsdali hevur fingið fígging og góðkenning til nýggja útbúgving í føroyskum sum annaðmál fyri ung. Treytað av umsøkjaratalið fara vit í gongd komandi skúlaár 2026/2027.
Endamálið
Endamálið er hava eitt tilboð í skúlaskipanini, har ung fólk við øðrum móðurmáli enn føroyskum eftir lokna framhaldsdeild kunnu fáa eitt intensivt skeið í føroyskum, sum fyrireikar tey til at fara víðari á miðnámi ella at fara undir aðra útbúgving, eitt nú handverksútbúgving – ella beinleiðis í vinnuna. Hugsanin er soleiðis at byggja brýr millum framhaldsdeild fólkaskúlans og víðari útbúgvingarskipan, tað veri seg miðnám, lærupláss ella vinnu.
Málbólkur (15-25 ár)
Málbólkurin er í fyrsta lagi ung fólk, sum ikki hava føroyskt sum fyrstamál (L2 næmingar), og sum ikki duga nóg væl føroyskt til at fara undir útbúgving í Føroyum (á føroyskum). Hesi skulu lyftast málsliga, so tey eru før fyri at fara undir víðari útbúgving eftir egnum vali. Í øðrum lagi er hugsanin, at eitt sindur meira tilkomnir tilflytarar, ið ynskja eina grundleggjandi føroyska útbúgving, eisini kundu fingið málsligt grundarlag fyri at fara undir t.d. fyrireikingarbreyt (HF).
Lærugreinar
Undirvísingin er fullan skúladag allar vanligar skúladagar. Størsti denturin verður lagdur á at læra føroyskt, men aðrar lærugreinar verða eisini tiknar við, eitt nú mentanarfatan, danska lesifatan og støddfrøði. Talan er um royndarvirksemi, so broytingar kunnu koma fyri.
Studningur
Av tí at talan er um fulltíðarlestur, hava næmingar rætt til studning. Allir næmingar fáa busskort, bókastudning (undir 18 ár) ella vanligan studning (yvir 18 ár).
Framtíðarmøguleikar
Miðað verður eftir, at næmingar eftir lokið støðisár eru førir fyri at fara undir miðnámsútbúgving, í yrkislæru ella beinleiðis út í vinnuna. Um onkur næmingur ynskir tað, kann skúlin hjálpa næmingi at fáa eitt starvsvenjingarpláss í juni mánaði, tá próvtøkurnar á FSA eru lidnar. Hetta kann vónandi skapa sambond, ið kunnu føra til lærupláss.
Upptøkukrøv
Fullført 9. flokk – helst eitt lokið 9. floks prógv – tó uttan krav um próvtøku í føroyskum og donskum.
Næmingur, sum av málsligum grundum ikki hevur staðið 9. floks próvtøkuna, kann eisini verða tikin upp.
Onnur útbúgving, ið svarar til 9. floks prógv.
Nakað av kunnleika til í minsta lagi munnligt føroyskt frammanundan, t.d. svarandi til CEFR stig A1+
Í sambandi við upptøku verður visitatiónsamrøða, ið metir um málsliga – og um neyðugt eisini fakliga – støðið hjá næminginum.
Til ber at søkja her: https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx?id=dNfw7YClIkyTd_dBdHKAYIkWW4SDMTFGuJuZjin3z8lUOE8xRzdMOFFEWlY1TjhUNzdaMVJLNTFGMC4u
Um okkurt ivamál er, ber til at venda sær til skúlan, tlf. 610 800 ella á teldupost Kambsdalur@kambsdalur.fo
New Education Programme: FSA-UNG – Foundation Year in Faroese
Miðnám at Kambsdalur has received funding and approval for a new education programme in Faroese as a second language for young people. We are hopefully starting the upcoming schoolyear 2026/2027m if the interest is high enough.
Purpose
The purpose is to offer a programme within the school system where young people with a mother tongue other than Faroese, after completing lower secondary school, can receive an intensive course in Faroese. This prepares them to continue to upper secondary school or begin another form of education, such as vocational training – or go directly into the labour market. The idea is to build bridges between the lower secondary level and further educational pathways, whether that be upper secondary school, apprenticeships, or employment.
Target Group (15–25 years)
The primary target group is young people who do not have Faroese as their first language (L2 students) and who do not know Faroese well enough to begin an education in the Faroe Islands (in Faroese). These students need to be strengthened linguistically so that they are able to pursue further education of their choice. Secondly, the programme is also intended for slightly older newcomers who wish to receive a basic Faroese education and who could thereby gain the linguistic foundation needed to enter, for example, the preparatory HF programme.
Subjects
The teaching takes place full school days, every normal school day. The main focus is on learning Faroese, but other subjects will also be included, such as cultural understanding, Danish reading comprehension, and mathematics. This is a pilot project, so changes may occur.
Financial Support
Because this is full-time study, students are entitled to financial support. All students receive a bus card, book support (for those under 18), or standard financial support (for those over 18).
Future Opportunities
The aim is that after completing the foundation year, students will be qualified to begin upper secondary education, vocational training, or go directly into the labour market. If a student wishes, the school can assist in arranging a work placement in June, when the FSA exams have finished. This may hopefully create connections that can lead to an apprenticeship.
Admission Requirements
• Completion of Year 9 – preferably with a completed Year 9 certificate – but without the requirement of having taken final exams in Faroese and Danish.
• A student who, for linguistic reasons, has not passed the Year 9 exams may also be admitted.
• Other education equivalent to a Year 9 certificate.
• Some prior knowledge of at least spoken Faroese, e.g., corresponding to CEFR level A1+.
• As part of the admission process, an assessment interview will evaluate the student’s linguistic – and if necessary, academic – level.
You can apply here: https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx?id=dNfw7YClIkyTd_dBdHKAYIkWW4SDMTFGuJuZjin3z8lUOE8xRzdMOFFEWlY1TjhUNzdaMVJLNTFGMC4u
If you have any questions, you can contact the school at tel. 610 800 or by email at Kambsdalur@kambsdalur.fo