Tíðindi.

Smishing álop .

21.04.2026

Góðu foreldur og avvarðandi,

Skúlarnir í Føroyum hava fingið áheitan frá Undirvísingarstýrinum og KT-landins um at kunna foreldur og næmingar um smishing álop.

Hetta tí, at i løtuni herja víðfevnandi smishing álop í Føroyum. Følsk sms verða send í hópatali við tí endamáli at stjala persónsupplýsingar og loyniorð. Mett verður, at 80-90% av øllum kt-trygdarbrotum stava frá menniskjaligum atburði. Tí er okkara atburður sterkasta verjan.

Áheitan til foreldur

Vinarliga tosið um smishing álop við tykkara børn heima. Øll yvir 13 ár kunnu fáa Samleikan, og tey ungu eru tí í málbólkinum hjá teldusníkunum.

Góð ráð at brúka, tá tit tosa við børnini:

  • Hugsa teg um, tá ið tú fært sms ella teldupost
  • Svikarar herma: Sms kunnu síggja út, sum tey eru frá Samleikanum, bankunum ella einum føroyskum telefonnummari.
  • Trýst ikki á leinki: Almennir myndugleikar, Talgildu Føroyar og peningastovnar senda ikki sms við leinkjum, har tú skalt rita inn ella skriva persónsupplýsingar.
  • Brúka appina: Skalt tú flyta pengar ella dagføra Samleikan, skalt tú gera tað beinleiðis í tí appini, tú brúkar, og ikki gjøgnum leinki í sms ella telduposti.
  • Far beinleiðis til kelduna: Um tú ivast, er tað eitt gott hugskot at fara í ein internetkaga og skriva adressuna har heldur enn at trýsta á eitt leinki.

Les meira: Talgildu Føroyar hava savnað tilfar um álop á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú kanst lesa meira á

https://www.samleikin.fo/smishing

Vit eiga øll ein leiklut í at halda okkara persónligu dátur tryggar, herundir eisini skúlanet, sum næmingar brúka. 

Leiðslan 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband