Tíðindi.
Landsroynd apríl 2026.
So er aftur tíð til at næmingarnir í 4. og 6. flokkunum fara upp í landsroynd.
4. flokkur er í heimastovuni - Svarthamar
6.a flokkur er í heimastovuni - Vørðhamar
6.b flokkur er í heimastovuni - Bláhamar
4. flokkur fer ikki til morgunsang hesar dagar, men næmingarir møta í góðari tíð í heimastovuni. 4. flokkur hevur vanliga undirvísing aftaná landsroyndina.
Næmingarnir í 6. flokkunum hava vanliga undirvísing áðrenn royndirnar (til kl. 9.30) og møta aftur til vanliga undirvísing tá ið royndin er liðug.
Tað er loyvt at hava lærubøkur, uppgávur o.a. tilfar við til royndina. Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara í støddfrøði.
Minnist til at hava office-brúkaran og - loyniorðið hjá tykkum.
| Landsroyndin apríl 2026 |
4.flokkur Stova Svarthamar |
6.a flokkur Stova Vørðhamar |
6.b flokkur Stova Bláhamar |
| Týsdagin 14. apríl |
Føroyskt 08:15 -09:00 Lesifatan |
Føroyskt 10:00 - 10:45 Lesifatan |
Føroyskt 10:00 - 10:45 Lesifatan |
| Mikudagin 15. apríl |
Føroyskt 08:15 - 09:00 Staviførleiki |
Føroyskt 10:00 - 10:30 Málførleiki 10:30 - 11:15 Steðgur 11:15 - 12:00 Staviførleiki
|
Føroyskt 10:00 - 10:30 Málførleiki 10:30 - 11:15 Steðgur 11:15 - 12:00 Staviførleiki
|
| Hósdagin 16. apríl |
08:15 - 09:00 Støddfrøði
|
10:00 - 11:00 Støddfrøði | 10:00 - 11:00 Støddfrøði |
| Fríggjadagin 17. apríl |
08:15 - 09:00 Náttúra og tøkni |
10:00 - 11:00 Náttúra og tøkni |
10:00 - 11:00 Náttúra og tøkni |