Tíðindi.
Grunddeildin skipaði fyri stuðulstiltaki til frama fyri Krabbameinsfelagið.
3. mars bjóðaði grunddeildin í Fuglafjarðar skúla inn til eitt hugnakvøld/stuðulstiltak til frama fyri Krabbameinsfelagið.
Tiltakið byrjaði í hugnaligu miðgongini á ovastu hædd. Áshild Kristiansen, SSP-lærari, bjóðaði vælkomin. Síðani framførdu næmingarnir nakrar sangir við klaverspæli frá Jógvani á Lakjuni. M.a. framførdu tey vakra sangin um Fuglafjørð, sum Ismar Joensen, sáli, yrkti.
Síðani fekk dagligi leiðarin hjá Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, orðið og greiddi frá ymiskum, sum Krabbameinsfelagið arbeiðir við.
Eftir hugnaløtuna í miðgongini var høvi at ganga runt á deildini og síggja hvat næmingarnir høvdu gjørt í evnisvikuni, sum hevði verið beint fyri vetrarferiuni. Nógv flott og áhugaverd listaverk vóru at sígga, og til bar at keypa listaverk við at lata pening í bússur hjá Krabbameinsfelagnum.
Í floksstovunum var bjóðað til kaffi og køkur. Eisini har bar til at lata eitt oyra í bússurnar.
Sera nógv fólk møttu upp til stuðutlstiltakið. Ein sera hugnalig løta.
Inn komu kr. 18.170,50. Sera flott!
Vit takka grunddeildini fyri at skipa fyri hesum tiltaki.
Her eru nakrar myndir frá degnum: