Tíðindi.
Ætlar tú í 10. flokk í summar.
Hygg so her!
10. flokkur er ein samanseting av ástøði og valbreytum.
Valbreytir
eNám er eitt skúlasamstarv, har næmingar í 10. flokkunum, ið ganga í Stranda skúla, Fuglafjarðar skúla og Skúlanum við Streymin kunnu velja valbreytir. Næmingar kunnu velja í millum 9 valbreytir, sum á tímatalvuni vera mánadagar, mikudagar og fríggjadagar. Leinki til at velja BREYTIR sæst her: Breytir
Ástøðisfak
Ástøðisfakini, sum vera týsdagar og hósdagar, eru bókligar lærugreinir. Í 10. flokki er talan um mál og støddfrøði.
Hvussu nógvar tímar skal eg hava?
Ástøðisfak telja 10 tímar um vikuna. Valbreytir telja 6 tímar um vikuna hvør, tó telur sangleikabreytin 12 tímar um vikuna.
Lógarkravið er, at hvør einstakur næmingur í minsta lagi hevur 28 tímar um vikuna samantalt við valbreytunum og ástøðislærugreinunum.
Freistin at søkja breytir mánadagin, 3. apríl 2026.
Meira kunning um eNám sæst á www.enam.fo
Eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlan.