Tíðindi.
Grease í Mentanarhúsinum.
06.03.2026
Í døgunum frá 14. til 25. mars kunnu tit uppliva Grease í Mentanarhúsinum.
Aftur í ár bjóðar sangleikabreytin hjá e-Námi til ein spennandi, romantiskan og stuttligan leik. Hesaferð er talan um heimskenda sangleikin, GREASE!
GREASE hevur alt, ið ein góður og undirhaldandi sangleikur eigur at hava: góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið spæla og framføra alt hetta.
Tað eru lærararnir, Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, ið hava Sangleikabreytina undir hond, og umleið 50 næmingar eru á breytini í ár.
Skúla- og stovnssýningarnar eru so gott sum útseldar, og nú eru atgongumerkini til almennu sýningarnar tøk.
So nú er at skunda sær, um ein vil tryggja sær eitt atgongumerki :) Atgongumerkini kunnu keypast her.
Deil tíðindi á