Tíðindi.
Kunningartiltak um eNám .
26.02.2026
Góðu 9. floks næmingar og foreldur/avvarðandi!
Kunning um eNám verður mánadagin 9. mars 2026 í Fuglafjarðar skúla.
eNám er eitt skúlasamstarv, har næmingar í 10. flokkunum í Stranda skúla, skúlanum við Streymin og Fuglafjarðar skúla kunnu velja breytir.
Kunningartiltakið verður í miðhøllini og byrjar kl. 17.00.
Breytalærarar luttaka og greiða frá ymisku breytunum.
Deil tíðindi á