Tíðindi.

Fastalávintahald og kvæðadagur .

17.02.2026

Mánadag tann 16. februar 2026 høvdu vit fastalávintshald og kvæðadag í skúlanum.

Nógvar flottar, stuttligar, kreativar og óhugnaligar grýlur vóru at síggja hendan dagin.

Næmingarnir slóu pott í flokkunum, fingu fastalávintsbollar, kvóðu í ítróttahøllini og høvdu felags sangløtu í miðhøllini.

Í miðhøllini sóu vit eisini flotta framførslu frá næmingum í 10. flokki, sum við skuggaspæli greiddu frá søgnini um kópakonuna.

Eisini vóru nakrar virðislønir latnar grýlum. 

Ein stuttligur og rokaligur dagur :-) 

 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband