Tíðindi.
Fráfaringarløta fyri Magdu Magnusdóttir.
Fríggjadagin 30. januar 2026 var fráfaringarløta hildin í sambandi við, at Magda Magnusdóttir fer frá sum lærari vegna aldur.
Fráfaringarsamkoman varð hildin í Bovlinghøllini í Leirvík, har familja, starvsfelagir og umboð fyri Fuglafjarðar kommunu vóru komin saman.
Ein hugnalig løta við røðum, góðum mati og felagssangi.
Magda tók prógv við Føroya Læraraskúla í 1992, og byrjaði tá sum lærari í Fuglafjarðar skúla. Í heili 32 ár hevur hon starvast sum lærari her í skúlanum - og øll árini hevur hon verið flokslærari. Mong munnu tey vera her í umráðnum, sum hava havt Magdu sum flokslærara og lærara.
Við hesum vilja vit av hjarta takka Magdu fyri góða og drúgva tænastu øll hesi árini, við ynski um blíðan byr framyvir.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá fráfaringarløtuni:






