Tíðindi.
1. flokkur 2026.
Mánadagurin 19. januar 2026 var ein stórur dagur fyri 23 fitt børn. Hendan dagin komu tey í skúlan at skriva seg inn til 1. flokk í summar.
Tey møttu í miðhøllini saman við foreldrum/avvarðandi, har leiðslan tók í móti og greiddi frá ymiskum um skúlan. Eisini var ein fitt felagsmynd tikin á gulu trappuni.
Síðani var farið upp í eina floksstovu í grunddeildini, har børnini skrivaðu sítt navn á eitt ark, og harvið skrivaðu seg inn í skúlan. Eisini fingu tey eina bók, sunkist og karamel.
Av tí at vit enn ikki vita, hvørjir lærarar verða í flokstoyminum um næmingarnar, fara vit væntandi at bjóða teimum inn aftur í skúlan seinni, soleiðis at tey kunnu heilsa uppá lærararnar tá. Nærri kunning um hendan dagin kemur seinni.
Takk fyri dagin, og vit gleða okkum at síggja tykkum aftur.