Tíðindi.
Vinarlig áheitan til bilførarar.
07.01.2026
Hóast vit ganga ímóti ljósari tíðum, er tað framvegis sera myrkt um morgunin. Tá ið næmingarnir møta í skúla, vilja vit minna allar bilførarar á at stilla ljósini á parkeringsstøðu, um steðgað verður við skúlan. Tað er sera torført at síggja fólk til gongu, á súkklu o.s.fr., tá ið bilar hava ljósini tendraði.
Vit vilja eisini koma við hesum áheitanum:
- Bilførarar skulu ikki steðgað á busssteðgiplássinum, tí hetta órógvar bussin sera nógv, tá ið hann skal seta næmingarnir av.
- Bilførarar verða bidnir um at steðga í síðuni oman ímóti skúlanum, og IKKI mitt á vegnum, hóast tað bara snýr seg um eina lítla løtu meðan næmingurin verður settur av.
- Heit verður á næmingar um at nýta endurskin, so teir síggjast betur.
Fleiri góð ráð um ferðslutrygd eru at finna á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri ferðustrygd: Góð ráð!
Leiðslan.
Deil tíðindi á