Tíðindi.
Gleðilig jól.
Góðu øll somul,
Eins og undanfarin ár hava seinastu dagarnir undan jólum verið serstakliga hugnaligir. Tað hava verið jólaverkstøð, venjing til jólahaldini osfr.
Eisini hevur skúlabókasavnið havt eina kapping har næmingarnir høvdu møguleika at skriva eitt jólaævintýr. Og til jólahaldini fyrrapartin í gjár, avdúkaði Durita hvørjir vinnarar vóru úr grund-, mið- og hádeild. Tey vóru Elisabeth í 3. fl., Tóki í 4. fl. og Natalia í 7.fl.
Í gjárskvøldi vóru jólahaldini fyri foreldrum og avvarðandi, har fleiri flottar næmingaframførslur vóru, bæði við lusiagongd, sjónleiki, tónleika- og sangframførslum og dansi. Vit eru sera errin av okkara evnaríku næmingum.
Í dag hava vit verið til jólagudstænastu, har prestur læs jólaevangeliið og 2. flokkur gekk Lusiagongd. Inngangs- og útgangsbøn lósu Una og Mina Maria úr 7. flokki.
Nú fara vit í jólafrí.
Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.
Møtt verður aftur í skúla mánadagin, 5. januar 2026, og vit fylgja vanligu tímatalvuni aftur.
Síggj nøkur video frá jólaheildini her:
Jólahald hjá grund- og miðdeildini:
Jólahald hjá hádeildini:
8. flokki framføra "Jólanætur"
9. flokki framføra "O Holy Night "
9. flokki framføra "Mistletoe"
10. flokkur dansar: