Tíðindi.

Vit skriva jólakort.

14.11.2025

Aftur í ár fara næmingarnir í Fuglafjarðar skúla at skriva jólakort. Næmingarnir fáa høvi at skriva tvey jólakort í part at senda til síni kæru. 

Verkætlanin Føroyar Lesa hevur í fleiri ár skapt lesigleði, sett føroyska málið í miðdepilin og skapt góðar karmar fyri eini góðari lesimentan. Í fjør varð verkætlanin víðkað til eisini at fevna um gleðina at skriva og senda jólakort.

Verkætlanin við jólakortunum fekk sera góða undirtøku – bæði frá næmingum, lærarum og foreldrum, og ikki minst frá teimum, sum fingu eina hondskrivaða jólaheilsan í postkassan. Børnini hugnaðu sær, lærdu at seta orð á egnar tankar og gleðina við at skriva eina jólaheilsan til ein av sínum kæru – og móttakararnir vóru ovurfegnir.

Næmingarnir fara nú í novembur at skriva kortini, so tey vera klár hjá Posta at avheinta í desembur.

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband