Tíðindi.
Listaleypurin á vitjan.
Í morgun var sangleikurin 'Neytakonurnar' farmførdur í miðhøllini.
Listaleypurin lýsir sangleikin soleiðis:
Hesin sangleikur gevur á ein forvitnisligan hátt næmingunum innlit í gerandisdagin hjá neytakonum fyrr í tíðini. Næmingarnir hoyra í leikinum søgur og sangir um huldufólk og bygdafólk ígjøgnum kendar føroyskar yrkingar, vísur og barnasangir.
Við sangi, klaverleiki og sjónleiki fáa næmingarnir eina uppliving og fatan av, hvussu ein gerandisdagur fyrr í tíðini kundi vera fyri ungar, føroyskar kvinnur. Í leikinum hoyra áskoðararnir gamlar og kendar føroyskar yrkingar og vísur, t.d. “Tá eg fór mær til Gjáar”, “Hulduríman”, “Dukka mín er blá” og “Sov lítli eingil mín”, og nýggjar útsetingar av yrkingum eftir Chr. Matras og H. A. Djurhuus. Høvi verður eisini hjá næmingunum at síggja gamlar búnar og brúkslutir, ið eru partur av leikmyndini.
Niðanfyri eru myndir frá í morgun.